Leingja sáttmálan um Bussleiðina

Leingja sáttmálan um Bussleiðina
Gundur´s bussar eru sinnaðir at leingja sáttmálan við Tórshavnar kommunu til 1. januar 2023, við somu treytum, ferðaætlan og somu upphædd um mánaðin
Gundur´s bussar koyra býarbussarnar í Tórshavnar kommunu. Nú verður sáttmálin longdur til 2023.
 
23.06.2021 - 11:12

Sáttmálin við Gundur´s bussar um busskoyring í Havn verður longdur eitt ár afturat. Tað ætlar Tórshavnar kommuna.

Sjey ára sáttmálin við Gundur´s bussar fór úr gildi 1. apríl 2018. Býráðið hevur longt sáttmálan við tí møguleikanum, sum sáttmálin gevur, við einum ári ella upp í tvey ár, og tann tíðin er farin. 

Seinast, sáttmálin varð longdur, var frá 1. apríl 2020 til 1. januar 2022.

Sinnaðir at leingja til 2023

Ein politiskur meiriluti í undanfarna býráði avgjørdi ikki at gera útbjóðingartilfar og bjóða Bussleiðina út, og sostatt binda nýtt komandi býráð til stóru fíggjarligu útreiðsluna, sum Bussleiðin er, skrivar kommunan.

Fundur hevur verið við umboð fyri Gundur´s bussar, og teir eru sinnaðir at leingja sáttmálan til 1. januar 2023, við somu treytum, ferðaætlan og somu upphædd um mánaðin. 

Eisini hava Gundur´s bussar váttan fyri, at bussarnir eru í góðkendum standi, og at teir kunnu koyra eitt ár afturat.

Samstundis sum sáttmálin eftir ætlan skal leingjast, skal býráðið taka støðu til undangóðkenning av teimum, sum ætlað at bjóða upp á Bussleiðina í framtíðini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232