Veitslumatur til kappróðrarfólkið

Veitslumatur til kappróðrarfólkið
Við góðari hjálp var matur og innivist funnið til alt kappróðrarfólkið á Jóansøku, tá róðurin ígjár varð útsettur til ídag
Kappróður
 
27.06.2021 - 10:21

Tað tók einar tveir tímar frá tí at kappróðurin á Jóansøku varð avlýstur í gjár, til alt var komið upp á pláss við gistingum til kappróðrarfólkið og at bátarnir vóru tryggjaðir í illveðrinum.

Tað sigur Uni Jacobsen, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Veðrið var so mikið vánaligt í gjár, at tá klokkan var fýra tóku fyrireikararnir avgerð um at útseta kappróðurin til í dag. Tað var so mikið av vindi, at bátarnir á bryggjuni vóru í vanda, og tí varð ein verjugarður við bingjum gjørdur kring bátarnar og øll pakkhús tikin í nýtslu at seta bátar inn í. Øll útgerð á fjørðinum, sum kundi vera til ampa fyri ferðsluna, varð eisini tikin burtur.

So var avbjóðingin at finna okkurt til rógvararnar at búgva í og at finna okkurt til matna. Uni Jacobsen sigur, at tað ringdu fólk úr allar oynni, úr Sandvík til Sumba, sum bjóðaðu seg fram at hjálpa við býli og dýnum. Tey bjóðaðu eisini mat, sum leyp av í sambandi við fleiri studentaveitslur, so kappróðarfólkið hevði onga neyð.

Umleið ein triðingur av kappróðarfólkinum var komið í oynna dagin fyri, og høvdu nakað at búgva í. Men tað vóru eini 500 fólk afturat, sum innivist skuldi fáast til.

Í dag er veðrið betri, og FM-róðrarnir byrja klokkan 15. Áðrenn tað skulu barnaróðrarnir avgreiðast, so tey náa Smyril, sum siglir klokkan 16 við teimum. Smyril siglir aftur klokkan 21, tá hini kappróðrarfólkini sleppa heimaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343