OL verður kanska uttan áskoðarar

OL verður kanska uttan áskoðarar
Um 23 dagar byrja olympisku summarleikirnir í Tokyo, men rør japanski forsætisráðharrin framundir, at leikirnir kanska verða uttan áskoðarar
 
01.07.2021 - 17:10

Olympisku summarleikirnir í Tokyo verða kanska uttan áskoðarar.

Tað sigur japanski forsætisráðharrin Yoshihide Suga í dag, nú 23 dagar eru til leikirnir skulu byrja.

Í síðstu viku søgdu japansku myndugleikarnir, at alt eftir, hvussu koronastøðan er um tríggjar vikur, fer tað kanska at bera til at hava ítróttatiltøk við upp til 10.000 áskoðarum. 

Men tað hevur fingið nógv at tala at myndugleikunum. Tey siga, at tryggast av øllum hevði verið, at als eingir áskoðarar sleppa inn.

 

Tokyo meint rakt

Tokyo hevur verið meint raktur av koronusmittuni, og mikudagin vórðu 673 nýggir tilburðir staðfestir í býnum. 

Mitsuo Kaku, sum er heilsufrøðiligur ráðgevi hjá býráðnum í Tokyo, segði í dag, at støðan er um at vera hættislig.

Forsætisráðharrin Yoshihide Suga sigur, at avgerðin um at loyva áskoðarum skal takast í samráð við fýra ymsar partar. 

Hesir eru býráðið í Tokyo, altjóða olympiska nevndin IOC, altjóða paralympiska nevndin og so nevndin, sum skipar fyri sjálvum leikunum. 

Hann sigur, at eingin avgerð verður tikin hesum viðvíkjandi fyrr enn í fyrsta lagi í næstu viku.

Olympisku leikirnir í Tokyo byrja 23. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425