Sverri sannførandi víðari til hálvfinaluna

Sverri sannførandi víðari til hálvfinaluna
Næsta fetið er tikið móti finaluni, tí í nátt vann Sverri Sandberg Nielsen seg til hálvfinaluna, sum verður hósmorgunin
Sverri rør seg til sannførandi sigur
Mynd: Rógvi Langgaard  
 
25.07.2021 - 09:15

Við einum tryggum fyrsta plássi er Sverri Sandberg Nielsen víðari til hálvfinaluna, sum verður hósmorgunin klokkan 3 okkara tíð. 

Tíðliga legði Sverri seg fremst og helt eina trygga leiðlsu allan róðurin, og tað var ongantíð nakar ivi um at hann fór at gerast fyrstur um mállinjuna.

Sjálvur er Sverri væl nøgdur.

- Hatta var rættiliga gott. Eg komi rímiliga gott frá byrjan, men tað er ræðuliga ringt at starta her úti, tí vatnið er øgiliga óróligt, so tey fyrstu trý tøkini eru hørð, men so komi eg rættiliga tíðliga frammum, og merki væl at hinir ikki klára at fylgja við. 
- Teir síðstu 500m eru ikki serliga góðir, kanska tí eg eri so langt frammanfyri, men annars gekk tað ræðuliga væl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025