Føroyar varðveita sítt kredittvirði

Føroyar varðveita sítt kredittvirði
Landsbanki Føroyar boðar frá, at Moodys hevur staðfesti, at Føroyar varðveita sítt Aa2 kredittvirði
 
06.08.2021 - 10:52

Í juni 2021 hevði ratingfyritøkan Moody's netfundir við landsstýrið, andstøðuna og Landsbanka Føroya, og í gjár gjørdi ratingfyritøkan greitt, at Føroyar varðveita sítt kredittvirði.

Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig í alt. Somu meting sum Frakland.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda skuld aftur. 

Landsbankin greiðir frá, at tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvussu lága rentu landskassin skal rinda fyri lánið.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina:

- at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,

- at Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri, ið minkar um endurfíggingarváðan. Minstagjaldførið er í 2021 3,3 milliardir krónur,

- at, hóast undirskot eru á fíggjarlógini í 2020 og 2021 orsakað av koronu, so vil skuldin í mun til rakstrarinntøkurnar hjá landskassanum venda aftur til at vera fallandi næstu árini,

Og, at sannlíkindini fyri at Danmark veitir hjálp um neyðugt, eru stór.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096