- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB vann á ísraelsku meistarunum
HB hevði so at siga ongan møguleika at spæla seg víðari í Europa Conference League-kappingini móti ísraelsku meistaranum Maccabi Haifa.
Fyrri dysturin, ið bleiv spældur í hitanum niðri í Haifa, endaði nevniliga við stórtapi 7-2.
Tískil hevði HB einans æruna hjá sær sjálvum, og Føroyum, at spæla fyri, og tað gjørdu dugnaligu HB-leikararnir so.
Og góði hugburðurin hjá HB-leikarunum gav úrslit, tí tá dómarin bríkslaði av, so hevði HB vunnið 1-0.
Przybylski skoraði
Einsamalla málið á Tórsvølli skoraði Michal Przybylski í 20. minutti, tá hann setti innarusíðuna á eitt framúrskarandi innlegg frá Danieli Johansen, sum enn einaferð var eyðsýndur á HB-liðnum.
HB hevði eisini aðrar møguleikar í fyrra hálvleiki, men Mikkel Dahl var ikki nóg avgjørdur, tá hann koma at standa í góðum støðum.
Dysturin dovnaði nakað, so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og at enda kempaðu HB-leikararnir fyri at halda fast í leiðsluni og sigrinum.
Hóast Maccabi Haifa var nær við nakrar ferðir móti endanum, so fekk HB ein kærkomnan evropiskan sigur fyri føroyskan fótbólt.
HB – Maccabi Haifa 1-0 (1-0)
1-0: Michal Przybylski 20.
Dómari: Horatiu Fesnic úr Rumenia
HB: Teitur Matras Gestsson - Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, René S. Joensen - Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen, Mads Bo Mikkelsen - Mikkel Dahl