Tamarhald á skógareldum í Grikkalandi

Tamarhald á skógareldum í Grikkalandi
Skógar- og náttúrueldarnir seinastu tíðina hava verið teir ringastu í Grikkalandi í áratíggju
 
13.08.2021 - 14:48

Tamarhald er nú á ógvisligu skógareldrunum í Grikkalandi, sigur ein talsmaður fyri griksku bjargingartænastuna.

Skógar- og náttúrueldarnir seinastu tíðina hava verið teir ringastu í Grikkalandi í áratíggju.

Regn hevur hjálpt sløkkiliðsmanningini at basa eldunum, men sløkkiliðið er framvegis tilbúgvið, um eldarnir kykna aftur, sigur talsmaðurin.

Skógar- og náttúrueldarnir hava lagt 100.000 hektarar av lendi í oyði. 

Um vikuskiftið verður nógvur vindur, og tí hava útlendsk hjálparfólk, sum eru komin til Grikkalands, fingið boð um vera tøk.

Tað hevur verið óvanliga heitt í nógvum suðurevropeiskum londum, eisini í Grikkalandi. Nógvastaðni er hitin komin upp í 45 stig. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541