Humaniter kreppa í Afghanistan

Humaniter kreppa í Afghanistan
Hundraðtúsundtals fólk væntast at flýggja úr Afghanistan komandi tíðina. Tað er ein humaniter kreppa, sigur Reyði Krossur
17.08.2021 - 19:59

Ruðuleiki hevur valdað í afghanska høvuðsstaðnum Kabul, síðan Taliban tók valdið í landinum sunnudagin. Túsundtals fólk hava leitað sær á flogvøllin í vónini um at sleppa umborð á eitt av mongu flogførunum, sum í skundi flúgva fólk úr Afghanistan. 

Tað gekk óvanliga skjótt hjá Taliban at taka valdið í landinum, eftir at NATO og USA eftir 20 ár tóku sínar hermenn úr landinum. 

ST aðalskrivarin heitir á øll heimsins lond um at vera til reiðar at taka ímóti flóttarfólki úr Afghanistan. Hann heitir eisini á heimssamfelagið um ikki at vísa afghanum aftur til Afganistan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279