Sambandsflokkurin vil hava báðar tunnilsleiðirnar bodnar út

Sambandsflokkurin vil hava báðar tunnilsleiðirnar bodnar út
Flokkurin hevur broytingaruppskot í álitinum frá fíggjarnevndini
Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum, sum vil hava báðar tunnilsleiðirnar til Suðuroyartunnilin bodnar út.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2026 - 13:02

Formaðurin í Sambandsflokkinum gjørdi á borgarafundinum í Salti í gjárkvøldið greitt, at flokkurin kemur við einum broytingaruppskoti í álitinum frá fíggjarnevndini til uppskotið um Suðuroyartunnilin. 

- Flokkurin heldur fast um, at báðar farleiðirnar eiga at vera projekteraðar og bodnar út, so málið verður so væl upplýst sum gjørligt, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 


Nógv fólk var á borgarafundinum í Salti í gjárkvøldið. (Mynd: Sveinur Tróndarson)

 

Sambært uppskotinum hjá løgmanni skal tunnilsleiðin ganga úr Djúpadali í Sandoynni til Sandvíkar í Suðuroy.

Privati tunnilsbólkurin hevur skotið upp at, at tunnilsleiðin skal byrja norðan Múlan á Sandi, og tað er hesa leið, sum Sambandsflokkurin eisini vil hava projekteraða og bodna út.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum: 

 

17022026_Bardur

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659