Freistin at stilla upp til ungdómsráðið longd

Freistin at stilla upp til ungdómsráðið longd
Veljast skulu fimm limir í ungdómsáðið í Tórshavnar kommunu og fimm varalimi
Tórshavnar kommuna skal hava ungdómsráð.
 
17.02.2026 - 14:16

Freistin at stilla upp til ungdómsráðið í Tórshavnar kommunu er longd.

Hon var til 10. februar, men er nú longd til 24. februar.

Veljast skulu fimm limir í ungdómsáðið og fimm varalimir. 

Fólk, sum eru millum 16 og 25 ár valdagin, kunnu stilla upp.

 

Velja talgilt ella við brævatkvøðu

Valið verður frá 10. til 24. mars.Tað verður talgilt á Vanganum ella við brævatkvøðu við Snarskivuna. 

Høvuðsuppgávan hjá ungdómsráðnum er at umboða ungdómin í ungdómspolitiskum spurningum og vera millumlið millum tey ungu og politikararnar. 

Tað er at geva politikarunum ráð, innlit og vegleiðing og vera við til at tryggja, at atlit vera tikin til tey ungu, tá avgerðir vera tiknar. 

Harumframt skal ungdómsráðið vera í arbeiðsbólkum og nevndum, sum eru viðkomandi fyri ungdómin, sigur kommunan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053