Dátueftirlitið vil hava Atlantsflog at rinda 14 milliónir í sekt

Dátueftirlitið vil hava Atlantsflog at rinda 14 milliónir í sekt
Atlantic Airways ásannar, at eitt mistak er framt, men sigur seg longu hava tikið neyðug stig, so at eitt slíkt ikki hendir aftur
Tyrlan bjargaði 14 av manningini á Kambi, tá hann sakk sunnan fyri Føroyar 6. februar 2024.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2026 - 13:38

Dátueftirlitið hevur meldað Atlantic Airways fyri brot á dátuverndarlógina og mælir til, at felagið fær 14 milliónir krónur í sekt.

18. juni 2024 boðaði Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið frá, at sokallaðar Search and Rescue-upptøkur, ella SAR-upptøkur, sum Atlantic Airways gjørdi, tá línuskipið Kambur sakk, vórðu lagdar á Youtube.

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráði bað Dátueftirlitið um hjálp at taka upptøkurnar av aftur Youtube. 

 

Lótu triðjamanni upptøkurnar

Ráðið greiddi frá, at starvsfólk hjá Atlantic Airways høvdu verið til eina ráðstevnu fyri bjargingarfólk, og høvdu latið triðjamanni upptøkuna at brúka í sínum arbeiði. 

Viðkomandi luttók á ráðstevnuni, tí hann starvast hjá einum veitara av SAR-útgerð. Hann hevði av óvart lagt upptøkurnar á Youtube, og tær vóru vístar 300 ferðir, áðrenn tær vóru tiknar av Youtube aftur.

Eitt trygdarbrot er m.a. ein støða, har persónsupplýsingar av órøttum verða latnar víðari óviðkomandi triðjamanni ella almannakunngjørdar. 

Í ítøkiliga málinum vóru persónsupplýsingar bæði latnar triðjamanni av órøttum og eisini almannakunngjørdar av órøttum, sigur Dátureftirlitið millum annað í tíðindaskrivi.

Dátueftirlitið bað síðani Atlantic Airways um avrit av skrivligum mannagongdum, sum Atlantic Airways hevur fyri handfaring av SAR-upptøkum, eitt nú, hvussu tær verða goymdar, hvør hevur atgongd, hvussu leingi tær verða goymdar, í hvørjum førum tær verða latnar víðari triðjamanni, eins og eina lýsing av, hvat tær verða nýttar til.

 

Mannangongdin ikki nøktandi

Tá Atlantic Airways í 2018 setti seg í samband við Dátueftirlitið at fáa vegleiðing um, hvørji tiltøk Atlantic Airways skuldi seta í verk fyri at lúka treytirnar viðvíkjandi SAR-upptøkum í táverandi persónupplýsingalógini, fekk felagið nágreiniliga vegleiðing í at gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu leingi upptøkurnar verða varðveittar, hvussu myndirnar skulu slørast, hvussu kunningin fer fram til skrásetta v.m., skrivar Dátueftirlitið.

Hóast Atlantic Airways hevði gjørt mannagongdir, kundi Dátueftirlitið í samband við eftirlitið í 2025 staðfesta, at mannagongdin als ikki var nøktandi, at Atlantic Airways ikki hevði fylgt síni egnu mannagongd, og at Atlantic ikki hevði sett í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk.

Dátueftirlitið hevur mælt til, at Atlantic Airways fær 14 milliónir krónur í sekt.

 


Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi. 

 

Grundleggjandi ósamt við Dátueftirlitið

Atlantic Airways boðar í tíðindaskrivi frá, at tað er grundleggjandi ósamt við avgerðina hjá Dátueftirlitinum.

- Felagið ásannar, at eitt mistak er farið fram og hevur longu nú tikið stig til at tryggja innanhýsis mannagongdir soleiðis, at eitt slíkt mistak ikki hendir aftur. Somuleiðis metir Atlantic Airways, at sektaruppskotið ikki stendur mát við sjálvt mistakið, sigur Atlantic Airways m.a. í tíðindaskrivinum.

Línuskipið Kambur  sakk 6. februar í 2024 sunnan fyri Føroyar.

Tveir menn doyðu í vanlukkuni, og hinir 14 í manningini vóru bjargaðir. Tyrla tók teir upp.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190