Samherji fær ikki allar sínar milliónir aftur

Samherji fær ikki allar sínar milliónir aftur
Enn er ikki greitt, um kravið, sum Samherji hevur sent trotabúnum hjá smápartafelagnum Tindhólmi, verður góðkent
Samherji hevur lagt út 17 milliónir krónur fyri Tindhólm, og krevur nú pengarnar aftur frá trotabúnum.
 
21.08.2021 - 11:27

Enn er ikki greitt, um kravið, sum Samherji hevur sent trotabúnum hjá smápartafelagnum Tindhólmi, verður góðkent og innstillað.

Kravið er slakar 17 mió. kr.

Hetta eru pengarnir, sum Samherji rindaði Taks, tí Tindhólmur av órøttum skal hava fingið slakar 17 mió. kr. í skattaafturbering fyri hýrur.

Sama, um kravið verður góðkent, fær Samherji verri enn so allar milliónirnar aftur, tí so nógvir pengar eru ikki í trotabúnum.

Afturberingin, sum sigst vera ólógig, verður kannað. Taks meldaði málið, men løgreglan er ikki liðug við tað enn.

Kannað verður, um Samherji brúkti Tindhólm til at gjalda fiskimonnum hjá Samherja í Namibia hýru sum vóru teir sjómenn á farmaskipum.

Onnur krøv frá feløgum í samtakinum Samherja eru eisini send trotabúnum Tindholmi, og tey eru góðkend. Hesi krøvini eru okkurt um 12 milliónir krónur.

Harengus eisini í Skiftirættinum

Eitt annað smápartafelag í samtakinum, Harengus, er eisini til viðgerðar í Skiftirættinum.

Tað trotabúgvið hevur fingið eitt krav frá Scombrus, sum lænti Harengus átta milliónir til eitt farmaskip.

Trotabúgvið hevur góðkent tað kravið.

Miðað verður eftir at enda báðar trotabúarviðgerðirnar í Skiftirættinum 8.oktober.

Tey bæði feløgini, Tindhólmur og Harengus, fóru fyrst í sjálvbodna likvitasjón.

Men tey høvdu ikki nóg nógvar pengar til allar kreditorarnar, so feløgini vórðu koyrd konkurs, tí tey vóru insolvent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263