John Frederiksen úttikin til landsliðið fyri fyrstu ferð

John Frederiksen úttikin til landsliðið fyri fyrstu ferð
A-landsliðið til dystirnar móti Danmark, Ísrael og Moldova er úttikið, og John Frederiksen, ið spælir við Amstetten í næstbestu deildini í Eysturríki, er við fyri fyrstu ferð
Håkan Ericson, landsliðsvenjari
Mynd: Símun Christian Olsen  
 
23.08.2021 - 10:05

Eitt spildurnýtt navn var á listanum, tá Håkon Ericson, landsliðsvenjari, kunngjørdi leikararnar, sum skulu umboða A-landsliðið í fótbólti í dystunum móti Danmark, Ísrael og Moldova. 

Stóri áleyparin, John Frederiksen, ið er eitt rættiliga ókent navn í Føroyum, men nú spælir í næstbestu deildini í Eysturríki, er við fyri fyrstu ferð. 

Sonni Ragnar Nattestad er við aftur, og Hallur Hansson er úttikin, hóast hann einki felag hevur í løtuni. 

Dugnaligi bakkurin hjá HB, Heri Hjalt Mohr, er eisini við. 

 

Føroyar - Ísrael 
Mikudagin, 1. september, kl. 19.45

Føroyar - Danmark
Leygardagin, 4. september, kl. 19.45

Føroyar - Moldova
Týsdagin, 7. september, kl. 19.45

 

Málverjar
Gunnar Nielsen (FH Hafnarfjørður)
Teitur Matras Gestson (HB)
Mattias Heðinsson Lamhauge (B36)

Verjuleikarar
Odmar Færø (KÍ)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Viljormur í Heiðunum Davidsen (Vejle BK)
Rógvi Baldvinsson (Bryne BK)
Ári Mohr Jónsson (Sandnes ULF)
Sonni Ragnar Nattestad (Dundalk FC)
Heri Hjalt Mohr (HB)
Gilli Rólantsson Sørensen (Odd)

Miðvallarar
Brandur Henriksson Olsen (Helsingborg IF)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Kaj Leo í Bartalsstovu (Valur)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Jákup Biskupstø Andreasen (KÍ)
Tróndur Jensen (NSÍ)
Hallur Hansson
Rene Shaki Joensen (HB)
Petur Knudsen (Lyngby BK)

Áleyparar
Jóan Símun Edmundsson (Waasland-Beveren)
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (Bryne FK)
John Frederiksen (SKU Amstetten)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)

 

John Frederiksen

Frítekst tagging: 

John Frederiksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV