Daniel Johansen: skundaði sær at tendra telefonljóðið

Daniel Johansen: skundaði sær at tendra telefonljóðið
Daniel Johansen skundaði sær at tendra ljóðið á telefonini, tá hann frætti, at landsliðið brádliga ongan vinstra bakk hevði tøkan. Tveir tímar seinni ringdi telefonin
31.08.2021 - 16:18

Seinnapartin í gjár spurdi unnustan hjá Daniel Johansen, um hann hevði hoyrt, at Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson, vinstru bakkarnir hjá føroyska landsliðnum, vóru endaðir í sóttarhaldi og tí ikki kundu spæla í komandi landsdystunum.

Tað hevði hann ikki, var svarið, men vinstri bakkurin hjá HB skundaði sær at tendra telefonljóðið, um nú onkur royndi at ringja. Hann skuldi ikki bíða leingi; tveir tímar seinni ringdi telefonin, og Daniel Johansen varð biðin um at møta á gistingarhúsinum. 

Nú er hann einasti veruligi vinstri bakkurin í hópinum og er til reiðar at taka av, um landsliðsvenjarin gevur honum álit.

 - Eg vóni, at eg fái spælitíð hesaferð og kanska at sleppa at byrja inni, men tað má venjarin gera av, sigur Daniel Johansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775