Føroyar-Moldova: skulu aftur í álop

Føroyar-Moldova: skulu aftur í álop
Í kvøld spælir Føroyar ímóti Moldova. - Mótstøðuliðið er væl veikari enn Ísrael og Danmark, og tí verður føroyski álopsparturin avgerandi, halda Eli Hentze og Odmar Færø
06.09.2021 - 18:51

Ímóti Danmark snúði tað seg um at verja, men nú skal føroyska liðið aftur í álop.

 - Roknast kann við, at vit hava bóltin meira, enn vit gjørdu ímóti Danmark, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari.

Moldova er mótstøðuliðið á Tórsvølli í kvøld í síðsta landsdystinum í hesum umfarinum. Í mars eydnaðist Føroyum at fáa eitt stig við sær úr Moldova, og á heimavølli skal tað helst verða fult hús.

 - Vónandi koma vit at spæla eitt sindur meir, sigur miðverjin, Odmar Færø, sum hevur spælt allar 90 minuttirnar ímóti bæði Ísrael og Danmark.

 - Á pappírinum er hetta ein dystur, sum líkist meir dystunum, sum vit spældu í Nations League. Eitt lið sum er á støði við Lettland og Malta, og teimum liðunum, sum vit møttu tá, sigur Eli Hentze.

 - Um vit skulu fáa trý stig í nøkrum dysti, so skal tað verða í hesum, og tað eru vit ikki bangnir fyri at siga, sigur Odmar Færø.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335