Kópurin etur líka nógv sum veiðiførini fiska

Kópurin etur líka nógv sum veiðiførini fiska
Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
- Um um politikararnir ikki taka seg saman og loyva okkum at skjóta bæði kóp og skarv, verður heilt galið, sigur Hjaltur Poulsen
Mynd: Samansett mynd  
 
28.08.2026 - 16:43

Royndi veiðimaðurin Hjaltur Poulsen í Klaksvík hevur skjóttgangandi bátin Eldorado, sum er 7,3 metrar langur og siglir 40 míl. Hann er nógvar túrar á floti og siglir víða um og er ein gløggur eygleiðari í náttúruni. Hann hevur stóran ampa av, at kópurin er so nógv vaksin í tali.

- Kópurin er sera nógv øktur í tali, tí vit kunnu ikki skjóta hann. Við teimum nøgdum eg havi sæð og hoyrt aðrar tosa um, havi eg roknað út, at kópurin etur nærum líka nógv sum fiskað verður av rundum fiski undir Føroyum, sigur Hjaltur, ið meinar at politikararnir eiga at gera nakað, so loyvt verður at skjóta.

Hjaltur hevur somuleiðis stóran ampa av skarvinum, sum eisini er nógv vaksin í tali, tí loyvt er ikki at skjóta hann ta tíðina tað hevði borið til at skotið ungarnar.

- Eg havi ongantíð sæð so nógvan skarv sum nú. Hann er fleirfaldaður í tali og hann er ein serliga átufrekur fuglur, ið etur ómetaliga stórar nøgdir av fiski, sigur Hjaltur.

Eisini her meinar hann at lóggevandi politikararnir eiga at bera so í bandi, at loyvt verður at skjóta skarv í august, meðan tað ber til at veiða ungarnar.

Hjaltur Poulsen er sannførdur um, at um politikararnir ikki taka seg saman og loyva at skjóta bæði kóp og skarv, verður heilt galið.

Her kanst tú hoyra sjónarmiðini, sum Hjaltur Poulsen hevði í Summarmorgni í morgun.

1829174

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527