Kunnu trola við skiljirist á stongdum leiðum

Kunnu trola við skiljirist á stongdum leiðum
Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá
Krav er eisini um at brúka skiljirist í øllum fiskiskapi við botntroli í føroyskum sjógvi.
 
07.09.2021 - 09:39

Nakrar leiðir eru latnar upp fyri trolfiskiskapi. Men treytin er, at trolið hevur skiljirist.

Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá.

Krav er eisini um at brúka skiljirist í øllum fiskiskapi við botntroli í føroyskum sjógvi, eisini á leiðum, sum ikki hava verið stongdar, sigur Fiskimálaráðið.

Undantøk eru tó. Tey eru um blálongu, langasporl, stinglaks, kongafisk, flatfisk og gulllaks.

Fiskiskapur eftir teimum kemur ikki undir reglurnar um skiljirist.

Trolbátarnir eru heldur ikki við í kunngerðini um skiljirist.

Tey, sum øll hesi undantøkini eru galdandi fyri, sleppa ikki inn á tær leiðir, sum nú eru latnar upp.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891