Amerikanska løgmálaráðið stevnt Texas

Amerikanska løgmálaráðið stevnt Texas
Ein roynd at steðga nýggju fosturtøkulógina
Amerikanski løgmálaráðharrin Merrick Garland
Mynd: AP  
 
10.09.2021 - 14:34

Amerikanska løgmálaráðið hevur stevnt statin Texas, tí myndugleikarnir í Texas fyri góðari viku síðani herdu fosturtøkulógina í statinum.

Umstrídda lógin bannar fosturtøku eftir sættu viku í viðgongutíðini. Tað er áðrenn nógvar kvinnur vita, at tær eru við barn.

Og lógin ger hvørki undantak fyri siðamisbroti ella neyðtøku.

Hetta er sostatt strangasta lóg í landinum.

Umfatandi forboð
Lógin merkir, at tað nærum er bannað at fáa fosturtøku í amerikanska statinum.

Í Texas verða millum 85 og 90 prosent av øllum fosturtøkum framdar eftir viku seks, skrivar New York Times.

Løgmálaráðharrin í USA, Merrick Garland, hevur biðið um at lógin verður sett úr gildi ímeðan sakarmálið verður viðgjørt.

- Hendan lógin steðgar kvinnum í at brúka tey rættindi, sum tær eru tryggjaðar í grundlógini. Tað segði Merrick Garland við altjóða miðlar í gjárkvøldið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558