Fleiri harðskapsmál

Fleiri harðskapsmál
Fleiri tenn brotnaðu í náttarlívinum
 
12.09.2021 - 11:10

Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, og politiið varð í fleiri førum boðsent, tí fólk vóru komin til ilnar.

Um hálvgum trý tíðina fór politiið eftir einum manni, sum hevði sligið ein vakt á einum skeinkistaði og ein annan persón. Sostatt er talan um tvey harðskapsmál hjá manninum, sum framvegis situr í varðhaldi hjá politinum.

Góðan hálvan tíma seinni vóru aftur boð eftir politinum til eitt annað skeinkistað í býnum, har ein maður varð sligin, og hevði brotið fleiri tenn.

Og um hálvgum fimm tíðina breyt ein annar maður eina tonn, tá hann varð sligin uttan fyri eina pitsamatstovu, verður sagt frá løgregluni í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815