Stjórnarskifti í Noregi

Stjórnarskifti í Noregi
Flokkarnir á vinstraveingi fingu 100 sessir á stórtingsvalinum í gjár
Alt bendir á, at Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, verður nýggjur forsætisráðharri í Noregi.
 
14.09.2021 - 09:31

Stjórnarskifti verður í Noregi eftir stórtingsvalið í gjár.

Vinstrivongurin fekk 100 tinglimir, og høgrivongurin í stórtinginum fekk 68 tinglimir.

Og tað tykist greitt, at Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, verður nýggjur forsætisráðharri.

Flokkurin Høgri, sum hevur staðið á odda fyri norskum politikki í átta ár, hevði somikið stóra afturgongd, at flokkurin ikki kann halda fram í stjórn.

Og tað ásannaði Erna Solberg, forkvinna í flokkinum, sum nú má leggja frá sær sum forsætisráðharri.

Torførar stjórnarsamráðingar

Floksformenninir hittust í nátt at umrøða støðuna, og eftir fundin boðaði Jonas Gahr Støre frá, at tað er neyðugt at sova eftir úrslitið av valinum.

- Vit verða noydd at leggja grundarlagið undir eina nýggja stjórn, og neyðugt er við samráðingum, um talan skal verða um eina meirilutastjórn, segði Jonas Gahr Støre.

Valserfrøðingar meta, at samráðingarnar, sum Jonas Gahr Støre nú fer undir, vera torførar.

Senterflokkurin kann seta krøv

Senterflokkurin hevur undir valstríðnum sagt, at flokkurin vil hava eina stjórn undir leiðslu av Javnaðarflokkinum, og at Senterflokkurin verður við í stjórnini.

Senterflokkurin hevði stóra framgongd á valinum, og kann tí seta krøv.

Eingin hevur tosað stórvegis um Sosialistiska Vinstraflokkin, men skulu Jonas Gahr Støre og Senterflokkurin fáa meiriluta, verður neyðugt við stuðli frá Sosialistiska Vinstraflokkinum, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961