Nýggjur varafúti fyri Hesselberg

Nýggjur varafúti fyri Hesselberg
Freistin at søkja fór í gjár, men ríkisákærin vil ikki upplýsa, hvussu nógvar umsóknir eru komnar
Linda Hesselberg hevur verið varafúti síðani 2017. Hon fer nú í starv í Danmark.
 
30.09.2021 - 11:54

Føroyar fáa nýggjan varafúta í næstum. Freistin at søkja var úti í gjár. 

Tað er løgmálaráðið í Danmark, sum ger av, hvør nýggi varafútin verður, eftir tilmæli frá setanarbólki.

Michael Boolsen, fúti, vil ikki siga, hvussu nógvar umsóknir eru komnar til starvið. Hann hevur samskift við ríkisákæran, men ríkisákærin vil ikki, at talið av umsøkjarum verður upplýst alment.

Hesselberg fer    

Nýggi varafútin tekur við eftir Lindu Hesselberg, sum gevst, og fer í starv í Danmark.

Linda Hesselberg flutti til Føroya í 2001, tá hon fór í starv sum politifulltrúi hjá fútanum, og í 2004 bleiv hon tilnevnd sum høvuðsákæri í Føroyum.

Linda Hesselberg hevur verið varafúti síðan 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659