Málið um Eivind farið til fútan

Málið um Eivind farið til fútan
Skiparin hevur heldur ikki hildið kunngerðina um vaktarhald og ikki brúkt tøku útgerðina á brúnni, heldur Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið hevur sent málið um strandingina av Eivindi til fútan.
 
07.10.2021 - 08:30

Strandingin hjá frystilínuskipinum Eivindi á Flesjunum 2. august fer nú á borðið hjá fútanum.

Sjóvinnustýrið hevur avgjørt at senda málið hagar.

Sambært Sjóvinnustýrinum hevur skiparin á Eivindi ikki hildið manningarskjalið, sum sigur, at minst seks fólk skulu vera í manningini. Tveir menn vóru við, tá Eivind sigldi á Flesjarnar.

Skiparin hevur heldur ikki hildið kunngerðina um vaktarhald og ikki brúkt tøku útgerðina á brúnni, heldur Sjóvinnustýrið.

Kann ikki geva sektaruppskot

Danska skaðanevndin, Den Maritime Havarikommission, kannaði tilburðin og skrivaði frágreiðing um hann.

Tann frágreiðingin var kunngjørd 24. september.

Sjóvinnustýrið kann ikki geva fyrisitingarlig sektaruppskot.

Tí verður málið nú sent fútanum, sum so ger av, um skiparin hevur gjørt nakað skeivt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341