KÍ føroyameistari triðja árið á rað

KÍ føroyameistari triðja árið á rað
Við máli frá Sannu Svarvadal og 1-0 sigri á B36 í Gundadali tryggjaði KÍ sær sítt triðja meistaraheiti á rað í Betri-deildini við kvinnum
 
10.10.2021 - 18:52

KÍ er føroyameistari í Betri-deildini við kvinnum fyri triðju ferð á rað.

Tað er greitt eftir 1-0 sigur á B36 í Gundadali. Liðskiparin, Sanna Svarvadal, skeyt einasta málið í dystinum tríggjar minuttir fyri steðgin.

KÍ hevði fleiri møguleikar til at økja um leiðsluna, men tað eina málið var nóg mikið til at tryggja enn eitt meistaraheiti.

Klaksvíkingarnir hava verið drúgvar í ár, og enn hava tær bláu til góðar at tapa í landskappingini. 

EBS/Skála, sum elti KÍ, gjørdi sítt á heimavølli ímóti Víkingi. Tær vunnu 4-2, men kunnu nú ikki taka KÍ aftur.

Triðji dysturin, sum skuldi vera í dag, varð av ongum, tí ein dómari var ov seinur til dystin ímillum 07 Vestur og NSÍ.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162