Steve Bruce uppsagdur í Newcastle

Steve Bruce uppsagdur í Newcastle
Nýggju saudiarabisku eigararnir av enska fótbóltsfelagnum Newcastle eru byrjaðir at seta sín dám á felagið. Fyrsta maður, ið varð offraður, var ikki óvæntað venjarin
Dysturin móti Tottenham sunnudagin bleiv tann síðst hjá Steve Bruce sum venjari í felagnum. Hann er nú uppsagdur
Mynd: Scanpix  
 
20.10.2021 - 12:10

Nógv hevur verið tosað um tað, síðani enska fótbóltsfelagið Newcastle varð uppkeypt herfyri, men nú tað so hent. 

Steve Bruce er uppsagdur sum venjarin í Newcastle. 

Tað er eitt felag hjá einum saudiarabiskur grunni, ið hevur keypt Newcastle. Og tað er ikki nøktandi fyri nýggju eigararnar, at liðið liggur trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, nú átta dystir eru spælir. 

Sunnudagin tapti Newcastle 3-2 móti Tottenham, og tað var túsunda ferðin, at Steve Bruce stóð á odda fyri einum liði sum venjari. 

Newcastle boðar frá, at skilnaðurin hendir í sátt og semju. Tað sigst, at Steve Bruce fær 75 milliónir krónur í fráfaringarløn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666