Báðir partar góðtóku semingsuppskotið

Báðir partar góðtóku semingsuppskotið
Lønardeildin og Bioanalytikarafelagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála
Hetta var fyrsta semingsuppskotið í nýggja skeiðnum hjá Semingsstovninum og fyrsta semingsuppskotið hjá Fróða Sivertsen, sum nú er semingsmaður saman við Terja Sigurðsson.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2021 - 15:54

Bæði Bioanalytikarafelagið og Lønardeildin góðtóku semingsuppskotið, sum var lagt fyri partarnar í dag.

Partarnir skrivaðu undir nýggja sáttmálan fyri løtu síðani, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Sáttmálin er galdandi í tvey ár, og semjan ber í sær, at serliga leiðararnir í Klaksvík og í Suðuroy fara nakað upp í løn, sigur Lív Østerø, forkvinna í Bioanalytikarafelagnum. Hon ikki vil siga meira um sáttmálan, fyrr enn limirnir eru kunnaðir.

Bioanalytikarafelagið hevur umleið 40 limir.

Hetta var fyrsta semingsuppskotið í nýggja skeiðnum hjá Semingsstovninum og fyrsta semingsuppskotið hjá Fróða Sivertsen, sum nú er semingsmaður saman við Terja Sigurðsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040