Breddin: Bústaðir og korona

Breddin: Bústaðir og korona
Tvey evni vera í sendingini í dag
Er tað nóg mikið at fáa arbeiðsfrið í Bústøðum, at stýrið hevur umskipað seg. Tann spurningurin verður reistur í Breddanum í dag.
 
27.10.2021 - 08:58

Ófriðurin í Bústøðum fekk ein fyribils enda í gjáramorgun, tá stýrið valdi at umskipa seg. Hetta hendi eftir nakrar rokfullar dagar, har Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, varð løgd undir trýst av øllum flokkum á løgtingi at loysa støðuna. 

Landsstýriskvinnan hevði ikki meira enn boðað frá, at hon nú fór at taka stig í málinum, fyrr enn stýrið sjálvt yvirhálaði hana og umskipaði seg. 

Men er hetta nóg mikið til at fáa frið í lag og fáa Bústaðir at virka aftur?

Tann spurningin seta vit Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Christian Andreasen úr Fólkaflokinum.

Korona

437 fólk smittað og fimm fólk innløgd við covid-19. Koronutølini hava ongantíð fyrr verið so stór. Hvat kann gerast fyri at venda støðuni.

Vit tosa við Lars Fodgaard Møller, landslækna, og Pál Weihe, serlækna. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860