Uppskotini um sammóður útsett

Uppskotini um sammóður útsett
Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um freist til 15.november at skriva álit um uppskotini um sammóður
Uppskotini um sammóður, sum tingfólk í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn løgdu fram, er útsett
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2021 - 07:10

Fyrsta viðgerð var av uppskotinum um  sammóður var 30.september, og higartil hevur Trivnaðarnevndin havt tveir fundir um málini.

Næsti fundur er týsdagin.

Tá hava landsstýriskvinnan í almannamálum saman við Familjufyrisitingini og Almannaverkinum, Ríkisumboðið, biskupur,  Annika Vang og Karin Jacobsen Vang og landsstýrismaðurin í heilsumálum saman við Gigni og Landssjúkrahúsinum fingið fundarboð.

Talan er um broytingar í nøkrum lógum, barsilslógini, rættargangslógini og lógini um rættarstøðu barna, arvalógini, lógini um foreldramyndugleika og samveru og lógini um at viðurkenna norðurlendskar avgerðir um faðirskap.

Tingfólk í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn løgdu fram uppskotini.

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um freist til 15.november at skriva álit um uppskotini um sammóður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609