Tottenham koyrt venjaran

Tottenham koyrt venjaran
Tottenham boðar í kvøld frá, at felagið hevur uppsagt samstarvið við venjaran Nuno Espírito Santo
Tottenham venjarin, Nuno Espírito Santo, gjørdist fyrsti venjarin í Premiere League hetta kappingarárið, ið misti starvið
Mynd: Scanpix  
 
01.11.2021 - 17:00

So er fyrsti venjarin í Premiere League í Onglandi koyrdur. 

Ikki óvæntað, so var tað venjarin hjá Tottenham, Nuno Espírito Santo, sum er uppsagdur. 

Hetta boðar Tottenham frá á sínari heimasíðu. 

Í fráboðanini sigur Fabio Paratici, sum er stjóri í Tottenham, at hann er greiður yvir, hvussu nógv venjarin og hansara fólk hava stríðst fyri at fáa liðið at klára seg væl, og hann tí harmast, at hann noyðist at taka hesa avgerð. 

"Nuno er ein sannur gentlemaður og fer altíð at vera vælkomin her. Vit takka honum og hansara venjaratoymi og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini."

Uppsøgnin av Nuno Espírito Santo kemur í kjalavørrinum frá, at Tottenham á heimavølli tapti greitt 0-3 móti Manchester United leygardagin. Liðið hevði ikki eitt skot á málið í øllum dystinum.

Meira verður at frætta um venjara støðuna seinni, skrivar Tottenham á heimasíðuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985