BankNordik gott úrslit

BankNordik gott úrslit
BankNordik hevði 246 mió. kr. í vinningi fyri skatt í teimum fyrsta trimum ársfjórðingunum í ár
Høvuðssætið hjá BankNordik í Havn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2021 - 07:30

Tað gongur væl hjá BankNordik, tí bankin hevði 246 mió. kr. í vinningi fyri skatt í teimum fyrsta trimum ársfjórðingunum í ár.

Av teimum eru 90 mió. kr. frá selda virkseminum í Danmark.

Úrslitið er betri enn bankin væntaði.

 

Fyritøkur og húsarhald væl fyri

BankNordik sigur í tíðindaskrivi, at føroyskar fyritøkur og húsarhald eru væl fyri. 

Útlitini hjá bankanum fyri tað, sum eftir er av árinum, eru góð.

Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum ársins fyrstu níggju mánaðir, sigur BankNordik.

 

14 prosent vøkstur

Samanborin við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum 14 prosent.

Rakstrarúrslitið gjørdist 163 mió. kr. Tað var 106 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 36 mió. kr.

Niðurskrivingarnar vóru fimm mió. kr. í fjør.

 

Innlánini minka

BankNordik hevði 7,6 mia. kr. í útlánum. Útlánini vóru 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør

Innlánini vóru 7,4 mia. kr. Tey vóru 7,5 mia. kr. í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558