Tavan og Vestmanna Fiskavirki fingið endaliga játtan um kvotur

Tavan og Vestmanna Fiskavirki fingið endaliga játtan um kvotur
Felagið, sum eigur Sandshavið, hevur fingið freist hesa vikuna at svara ávísum ivamálum
Tavan í Leirvík og Vestmanna Fiskavirki hava nú fingið játtað kvotur til vinnuligar royndir og nýskapan.
 
02.11.2021 - 15:45

Tavan í Leirvík og Vestmanna Fiskavirki hava nú endaliga fingið játtað kvotur til vinnuligar royndir og nýskapan.

Fiskimálaráðið læt upprunaliga treytaðar játtanir, tí feløgini skuldu innan fýra vikur vísa á endaligt skjalprógv fyri millum annað avtalu við skip at fiska kvoturnar, fíggjarliga orku og møguliga lánsfígging.

Smápartafelagið 31.01.2011, tað er felagið, sum eigur línuskipið Sandshavið, stendur eisini til at fáa kvotur av bæði makreli og norðhavssild, men endaliga loyvið er ikki latið enn.

Fiskimálaráðið hevur biðið felagið um fleiri upplýsingar fyri at svara ávísum ivamálum.

Freistin at svara er hesa vikuna.

Sandshavið hevur fingið tillutað 500 tons av makreli og 500 tons av norðhavssild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928