Íslendingar ikki rakt við lodnu enn

Íslendingar ikki rakt við lodnu enn
Íslendsk skip leita norðanfyri, og donsk og svensk lodnuskip leita heilt norður móti grønlendska markinum.
Lodnuskipini leita víða, men hava ikki rakt við enn.
 
12.11.2021 - 16:03

Íslendsku lodnuskipini hava ikki rakt við stórvegis av lodnu, og tí er fiskiskapurin ikki byrjaður enn.

Trý skip hjá Sildavinsluni, Bjarni Ólafsson, Børkur og Beitir, leita norðan fyri Ísland. 

Danska skipið Ísafold og svenska Clipperton leita djúpt og heilt norður móti grønlendska markinum.

Sildavinslan sigur, at lítið hevur verið at sæð.

Veðrið ávirkar eisini leitingina, tí skipini eru fleiri ferðir farin inn fyri veður.

Íslendsku skipini kunnu fiska tilsamans 660.000 tons av lodnu, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Føroyar eiga 30.000 tons

Føroyingar eiga 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi næsta ár.

Hana fáa nótaskipini, sum higartil hava fiskað lodnu, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Lodnuvertíðin er frá hálvum januar til hálvan februar.

Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Av tí at íslendska kvotan er so stór, eiga føroyingar 30.000 tons næsta ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928