- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið ætlar at yvirtaka farsóttarlógina

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fer á landsstýrisfundi í dag at skjóta upp, at farsóttarlógin, sum er danskt málsøki, kemur á føroyskar hendur.
Heilsumál eru sermál, sum sambært heimastýrislógini kunnu yvirtakast heilt ella partvís uttan nærri samráðingar, tá Løgtingtingið sjálvt vil tað.
Mett verður, at yvirtøkan av farsóttarlógini fer ikki at hava eyka fíggjarligar útreiðslur við sær, tí landið longu frammanundan rindar allar útreiðslur av farsóttarlógini í Føroyum.
Yvirtaka skal hava við sær, at tað verður lættari hjá føroysku myndugleikunum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja.
Í løtuni er tað trupult, tá málsøkið er danskt, sigur landsstýrismaðurin við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum.



























