Kunnu biðja um undangóðkenning til Fast Track

Kunnu biðja um undangóðkenning til Fast Track
Skipanin skal gera tað lættari at fáa fólk úr londum, sum ikki eru í ES, til Føroya at arbeiða
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, gjørdi Fast Track-avtaluna við danskar myndugleikar, og hon er nú komin í gildi.
 
23.11.2021 - 08:38

Longu nú kunnu arbeiðsgevarar í Føroyum søkja um undangóðkenning til sokallaðu Fast Track skipanina, sum skal gera tað lættari at fáa fólk úr londum, sum ikki eru í ES, til Føroya at arbeiða. 

Í síðstu viku kom avtalan millum landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum og danska ráðharran í útlendinga- og integrasjónsmálum um Fast Track skipan í gildi.

Og arbeiðsgevarar kunnu nú søkja Útlendingastovuna um undangóðkenning.

Tá arbeiðsgevarin er góðkendur, kann útlendski arbeiðstakarin søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Arbeiðsgevarar, sum hava undangóðkenning til ES-skipanina, noyðast at søkja av nýggjum, tí Fast Track skipanin fyri ES er ikki galdandi fyri fólk úr londum, sum ikki eru í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672