Shipping.fo: Vit eru bara tænastuveitarar

bannari
Shipping.fo: Vit eru bara tænastuveitarar
Shipping.fo vísur aftur, at tey reka marglætisskipið Enigma XK. Á heimasíðuni shipping.fo stendur, at Enigma er "vessel in management".
Shipping.fo afturvísur at reka Enigma XK ella nakað annað skip, hóast tey á heimasíðuni siga seg "managa" Enigma XK. Talan er um ymiskar tænastuveitingar, sigur Shipping.fo
 
26.11.2021 - 14:07

- Vit reka ikki Enigma XK, eins og vit heldur ikki reka nakað annað skip. Vit eru tænastuveitarar, og í førinum við Enigma XK er bert talan um ISM/HSEQ tænastur, tí Enigma XK hevur ikki verið í sigling í koronatíðina.

Tað skrivar Jónas Sigmarsson, stjóri í Shipping.fo, í skrivligum svari, sum er sent Kringvarpinum.

Á heimasíðuni hevur Shipping.fo fleiri skip, ið verða lýst sum skip, sum tey hava í "management". Skip, sum tey á føroyskum hava leiðslu av, reka, stjórna ella umsita.

Jónas Sigmarsson sigur, at tey hava ongantíð fingið ábendingar um, at skipið er ogn hjá Joseph Kabila, fyrrverandi forseta í Kongo.

Tey hava hinvegin fingið upplýst, at Wan-familjan eigur Enigma XK.

Felagið MW Afritec, sum er skrásett á Marshall-oyggjunum, stendur til at eiga Enigma XK. Tað er felag hjá Wan-familjuni.

- Tænastuveitingar okkara fevna um manningartænastur, ISM/HSEQ tænastur og bókhald. Hetta er okkara høvuðsveiting til allar okkara kundar, sum harvið spara arbeiðsorku og pengar við at útveita slíkt virksemi, sigur Jónas Sigmarsson.

- Hugtakið "manningartænastur" fevnir millum annað um at skaffa manningar, á- og avmynstran og lønarútgjaldingar. ISM/HSEQ tænastur eru altjóða maritim krøv og trygd, og bókhald snýr seg um at bóka og flyta rokningar fyri rakstrarútreiðslur í føroyskum feløgunum eftir boðum frá leiðslunum í feløgunum,at flyta lønir til manningar umvegis føroysku A-skattaskipanina, tá skip eru skrásett í Føroyum, og at bóka inntøkur, sum leiðslan í tí einstaka felagnum biður okkum bóka, skrivar Jónas Sigmarsson.

Shipping.fo upplýsir, at Enigma XK hevur ikki siglt í koronutíðini, og tað eru bara ISM/HSEQ tænastur, sum Shipping.fo hevur veitt Enigma XK seinastu tíðina.

Jónas Sigmarsson vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið um málið.

Tað vil Eiler Jacobsen, sum er nevndarformaður í Shipping.fo og stjóri í Krúnborg, heldur ikki.

Felagið Krúnborg eigur Shipping.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976