Føroyar dreymabyrjan á Malta

Føroyar dreymabyrjan á Malta
Føroyska talvlandsliðið vann fyrrapartin 4-0 á Luksemburg, og hevur tí vunnið á teimum báðum sterkastu kappingarneytunum í smálandakappingini. Í gjár vunnu Føroyar á Andorra
Høgni Egilstoft Nielsen er ein av fimm føroyskum telvarum á Malta
Mynd: Savnsmynd  
 
29.11.2021 - 14:14

Føroyar smurdu fyrrapartin Luksemburg av í øðrum umfari av smálandakappingini í talvi, sum er á Malta hesa vikuna. 

Allir fýra føroysku telvararnir - Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol - vunnu síni talv. 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol var tann fyrsti at avgera og tann einasti, sum hevði lægri styrkistal enn mótstøðumaðurin.

Í gjár vunnu Føroyar á Andorra, sum er mett at vera næststerkasta landið í kappingini. Luksemburg er mett sum triðsterkast, og tí sær gott út hjá favorittunum úr Føroyum, sum telva aftur seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040