Fólkaheilsuráðið: 14 ár fyri at fáa snildfon

Fólkaheilsuráðið: 14 ár fyri at fáa snildfon
Fólkaheilsuráðið hevur gjørt nýggj skíggjatilmæli
Fólkaheilsuráðið sigur, at vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og tað er umráðandi, at góðir skíggjavanar verða lagdir í børnini.
 
02.12.2021 - 14:48

Børn eiga í fyrsta lagi at fáa snildfon, tá ið tey eru 14 ára gomul, og øll skíggjanýtsla er í høvuðsheitum frámæld hjá børnum upp til 3 ár.

Tað er millum nýggju skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.

Fólkaheilsuráðið sigur, at skíggjar eru komnir fyri at vera, men skíggjaráðini eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna javnvág í skíggjanýtsluni.

Millum ráðini eru eisini, at børn, yngri enn 14 ár, eiga bert at nýta internetið, tá ið foreldur eru kring tey, og at tey ikki hava skíggja á kamarinum, fyrr enn tey eru í fyrsta lagi eru 16 ára gomul.

Eisini eiga skúlar at hjálpa børnum og tannáringum at avmarka skíggjanýtsluna og eggja til sosiala samveru við at hava snildfonfríar skúlar.

Vanar tíðliga í lívinum

Fólkaheilsuráðið sigur, at vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og tað er umráðandi, at góðir skíggjavanar verða lagdir í børnini.

Í hesum sambandi fer Fólkaheilsuráðið eisini at vitja stovnar og skúlar at greiða frá nýggju ráðunum.

Vaksin vera tilmæld at brúka upp í 120 minuttir av skíggjatíð um dagin - og helst minni, og Fólkaheilsuráðið sigur eisini, at skíggjanýtslan eigur at verða avmarkað, um tú frammanundan arbeiðir við skíggja.

Nýggju almennu skíggjaráðini frá fólkaheilsuráðnum vera løgd fram á fólkaheilsuráðstevnunu við navninum "Hvussu hevur tú tað, barn?" í morgin.

Her er tilmælið frá Fólkaheilsuráðnum um skíggjatíð:

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634