Løgmaður eigur at kanna málið

Løgmaður eigur at kanna málið
Tað eigur ikki vera nakar ivi um, hvørt landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur brotið tilmælini um sóttarhald ella ikki, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
02.12.2021 - 19:32

Løgmaður eigur at gera greitt, um Jenis av Rana, landsstýrismaður, breyt tilmælini um sóttarhald ella ikki, tá landsstýrismaðurin fór á Norðurlandaráðsfund í november.

- Tað kann vera trupult at fáa onnur at halda tilmælini, um landsstýrið ikki sjálv heldur tey, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vil framvegis ikki viðmerkja málið, hóast fleiri áheitanir.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur heldur ikki fleiri viðmerkingar, sum støðan er nú.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037