Fiskiskapurin næstu vikuna

Fiskiskapurin næstu vikuna
Trý stór og tvey minni línuskip eru til fiskiskap. Tey fáa blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Øll frystilínuskipini eru til fiskiskap.
 
04.12.2021 - 13:20

Útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. 

Veðrið verður umskiftandi, men Fiskamarknaðurin metir, at nakað av útróðri verður kortini. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Annar djúpvatnstrolarin fiskar svartkalva, - hin liggur við bryggju. 

Hjá partrolarum eru fimm pør til fiskiskap. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er vánaligur. Eitt par fiskar sild.

Seks trolbátar fiska havtasku, men teir fáa lítið. 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og fiskiskapurin er vánaligur, og eitt fiskar havtasku, og hjá teimum er fiskiskapurin brúkiligur, skrivar Fiskamarknaðurin í meting fyri næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418