Føroyar vunnu smálandakappingina í talvi

Føroyar vunnu smálandakappingina í talvi
Føroyska talvlandsliðið vann ruddiliga kappingina millum smátjóðir í Evropa, sum hevur verið á Malta síðstu vikuna
Føroysku telvararnir: John Rødgaard, Luitjen A. Apol, Høgni E. Nielsen, Jón í Horni Nielsen og Helgi Dam Ziska
Mynd: Faroechess  
 
04.12.2021 - 20:13

Í níggjunda og síðsta umfari í dag gjørdu føroysku telvararnir bart og vunnu 4-0 á Guernsey og tryggjaðu sær samstundis sannførandi sigur í smálandakappingini í talvi, sum hevur verið á Malta síðstu vikuna.

Føroyar endaðu trý stig frammanfyri Andorra, sum vann sín síðsta dyst 3-1 á Kýpros. Monako endaði á triðja plássi í kappingini. Føroyska liðið vann átta av níggju dystum. Ein dystur endaði við javnleiki.

Luitjen vinnur sær nógv ratingstig

Lutfalsliga stóð 15 ára gamli Luitjen seg best av føroysku telvarunum. Hann gongur heili 57 ratingstig fram. Høgni Egilstoft Nielsen forvinnur 11 ratingstig. Hinir standa at kalla í stað. Hjá Helga Dam Ziska, sum hevur munandi hægri styrkital enn mótstøðumenninir, er næstan vónleyst at gera nakað ratinglop í hesum kappingum, sama hvussu góð úrtøkan er.

Hetta var sjeynda smálandakappingin í talvi í Evropa, og Føroyar hava staðið seg best samanlagt hesi árini.

Endaliga støðan

Rk.   Team 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10  TB1   TB2   TB3   TB4 
1   Føroyar  *  2½ 2½ 2 4 4 3½ 3½ 3 4 17 29,0 0 458,5
2   Andorra 1½  *  3 3 2 4 2 2½ 3 4 14 25,0 0 393,3
3   Monako 1½ 1  *  2 3 3½ 2½ 3 4 4 13 24,5 0 363,8
4   Kýpros 2 1 2  *  2½ 2 2½ 3½ 3½ 4 13 23,0 0 351,0
5   Luksemburg 0 2 1 1½  *  4 3 4 3½ 4 11 23,0 0 309,3
6   Guernsey 0 0 ½ 2 0  *  1 3 3 3 7 12,5 0 155,3
7   Malta ½ 2 1½ 1½ 1 3  *  1 2 3½ 6 16,0 0 244,8
8   Jersey ½ 1½ 1 ½ 0 1 3  *  2 2 4 11,5 1 179,5
9   Liktinstein 1 1 0 ½ ½ 1 2 2  *  3½ 4 11,5 1 158,5
10   ESNA Women 0 0 0 0 0 1 ½ 2 ½  *  1 4,0 0 49,3
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392