Pál Weihe: Bíða ov leingi

bannari
Pál Weihe: Bíða ov leingi
Allir skúlar, barnagarðar og vøggustovur áttu at farið í jólafrí longu í morgin, heldur enn mikudagin. Tað er greiða fatanin hjá Pál Weihe, koronuráðgeva.
09.12.2021 - 19:34

78 smittutilburðir av koronu vórðu funnir í teimum 3624 kanningunum, sum vóru gjørdar í gjár. Hetta gevur eitt miðaltal fyri hesa vikuna á 66 tilburðir. Koma vit uppum 75 tilburðir, eru vit í reyða økinum av ljóskurvuni hjá landsstýrinum.  
Í løtuni eru vitenn á stig 2 í ferðsluljósskipanini - á gula ferðsluljósinum og flyta okkum sum nú er ikki til tað reyða. Í staðin verður stig 2 fyribils víðkað.   


Hetta merkir, at tilmælini nú eru, at
  
- Í mesta lagi 100 fólk við koronupassi kunnu savnast 
- Í mesta lagi 20 fólk uttan koronupass kunnu savnast 
- Fólkaskúlin og frítíðarskúlin fara heim 15. desember 
- Neyðansing skipað og trivnaðarátøk fyrireikað 
- Skeinkistøð og matstovur eru mæld til at lata aftur kl. 23 
- Jólaborðhaldini eiga at avmarkast og í mesta lagi 20 fólk kunnu savnst 
- Øll ferðandi skulu í heimauppihald inn til svar uppá 2. dags koronukanning. 
- Løgmaður heitir eisini á fólk um at vísa varsemi, tá farið verður til handils.

Hesi tilmæli eru fyribils galdandi frá í dag og tvær vikur fram. 

Men Pál Weihe, koronuráðgevi heldur, at skúlar, barnagarðar og vøggustovur áttu at farið í jólafrí beinan vegin. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482