Føroyskur flogbóltur við í EuroVolley-undankappingar

Føroyskur flogbóltur við í EuroVolley-undankappingar
A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu nú kappast í stóru EuroVolley-kvalifikatiónskappingunum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, sigur nevndin í Flogbóltssambandinum
Føroysku A-landsliðini í flogbólti fáa stóra avbjóðing
 
16.12.2021 - 16:35

Nú skulu føroysku A-landsliðini við kvinnum og monnum kappast í sokallaðu EuroVolley-undankappingunum hjá CEV, sum er evropeiska flogbóltssamgongan, skrivar Flogbóltssamband Føroya á facebook.

Tað er nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, sum hevur tikið avgerðina eftir drúgva viðgerð.

Sostatt skulu føroysku landsliðini luttaka í somu kappingum, sum hinar stóru flogbóltstjóðirnar í Evropa, so sum Pólland, Italia og Serbia.

Innleiðandi kvalifikatiónsbólkaspælið er í august, og tá skulu bæði kvinnur og menn leika tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Tískil verður á fyrsta sinni møguleiki at síggja føroysku A-landsliðini spæla heimadystir móti nøkrum av bestu liðunum í Evropa.

 - Avgerðin at lata føroysku liðini luttaka á hægsta stigi er eitt kostnaðarmikið sats, men er liður í eini 3-5 ára menningarætlan fyri flogbóltin, sum skal vera við til at hækka stigið á føroyskum flogbólti og geva okkara bestu leikarum nakrar avbjóðingar, sum teir ikki áður hava haft sigur Flogbóltssambandið.

Flogbóltssambandið vónar, at hetta kann eggja børnum og ungum at spæla flogbólt.

Landsliðsvenjararnir fyri A-landsliðini og U-landsliðini er nú eisini langtíðarsettir fyri á tann hátt at tryggja eina áhaldandi menning av leikarum, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890