Herjólf III skal framhaldandi vera tøkur at avloysa í Íslandi

Herjólf III skal framhaldandi vera tøkur at avloysa í Íslandi
Um SSL keypir Herjólf III at avloysa og hjálpa til á Suðuroyarleiðini, so er eitt krav úr Íslandi, at hann eisini skal vera tøkur at avloysa har, um tørvur er á tí
Herjólf III varð bygdur í Noregi í 1992
 
17.12.2021 - 07:47

Íslendska ferjan Herjólfur III verður kanska keypt til Føroya, men skal kortini halda fram sum avloysaraskip fyri nýggja Herjólf, sum siglir millum íslendska meginlandið og Vestmannaoyggjarnar.

Tað sigur íslendska Vegagerðin, sum svarar til Landsverk hjá okkum.

Samráðingar eru við føroyskar myndugleikar um Herjólf III.

 

Skal framhaldandi avloysa í Íslandi

Tá nýggi Herjólfur kom fyri tveimum árum síðani, var Herjólfur III lagdur, men brúktur sum avloysaraskip, tá brúk er fyri tí.

Sambært Vegagerðini er ein treyt haðani, at Herjólfur III kann avloysa í Íslandi eitt samdøgur eftir, at biðið verður um tað.

Í summar skrivaðu íslendskir miðlar, at Herjólfur III var til sølu fyri góðar 30 milliónir danskar krónur.

 

Bygdur í Noregi

Herjólfur III er bygdur í Noregi í 1992 og er 2.222 bruttotons.

Skipið er 71 metrar langt og 16 metrar breitt og tekur 500 ferðafólk og 55 bilar. 

Ferðin er 16,5 míl.

 

Væl minni enn Smyril

Talan er tí um eitt skip, sum er nakað væl minni enn Smyril.

Smyril kann taka 800 ferðafólk um veturin og 950 um summarið. Hann tekur 200 bilar ella 30 treilarar.

Smyril er góð 12.300 bruttotons, 135 metrar langur og 22,7 metrar breiður.

Smyril kann sigla 21 míl. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483