Varðin bílagt ein nýggjan Finn Fríða

Varðin bílagt ein nýggjan Finn Fríða
Varðin hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen um at smíða ein nýggja Finn Fríða
Gamli Finnur Fríði hevur tænt fyri seg og verður skiftur út, tá ein nýggjur Finnur Fríði kemur til landið í 2024
Mynd: Savnsmynd  
 
21.12.2021 - 15:01

Ein nýggjur Finnur Fríði er bílagdur.

Tað veit miðilin Fiskur.fo at siga í dag.

Varðin hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen.

 

88 metrar langur

Tað er Reiðaríið Krossbrekka, sum er dótturfelag hjá Varðanum, sum hevur skrivað undir sáttmála um nýtt uppsjóvarskip.

Nýggi Finnur Fríði verður 88 metrar langur og 16,50 til 17,50 metrar breiður. 

Tað er Karstensens skipasmiðjan, sum byggir skipið, og skrokkurin verður eftir ætlan í Skagen í juni 2023.

Skipið verður liðugt og handað eigarunum í januar 2024, skrivar Fiskur.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928