Dátueftirlitið: 1. januar skal dátuviðgerð liva upp til dátuverndarlógina

Dátueftirlitið: 1. januar skal dátuviðgerð liva upp til dátuverndarlógina
Dátueftirlitið minnir á, at allar dátuviðgerðaravtalur skulu vera í samsvari við dátuverndarlógina í seinasta lagi 1. januar 2022.
Mynd: shutterstock.com  
 
23.12.2021 - 07:42

Dátuverndarlógin, sum kom 1.januar í ár, ásetir nágreiniligari krøv til dátuviðgerðaravtalur.

Dátuábyrgdari og dátuviðgeri skulu tryggja sær, at allar dátuviðgerðaravtalur lúka krøvini í dátuverndarlógini í seinasta lagi 1.januar 2022.

Eins og í persónsupplýsingalógini skal avtalan millum dátuábyrgdara og dátuviðgera áseta, at dátuviðgerin bara ger eftir boðum frá dátuábyrgdaranum. 

Eisini eru tey loyvi, sum Dátueftirlitið hevði givið sambært persónsupplýsingalógini, galdandi til nýggjárs.

 

1. januar er deadline

Fyri 1.januar skulu dátuábyrgdarar tí tryggja sær, at øll viðgerð av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, skal viðgerðin lógliga halda fram.

Dátuverndarlógin leggur áherðsla á gjøgnumskygni.

Tað ger, at skrásett skulu hava størri ræði á egnum persónsupplýsingum og vita, hvat tær verða nýttar til. 

Kunning um viðgerð av persónsupplýsingum skal vera løtt at koma fram á og løtt at skilja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928