Elias í Sävehof í minst eitt ár afturat

Elias í Sävehof í minst eitt ár afturat
Føroyingurin í svenska meistaraliðnum, Elias á Skipagøtu, boðaði í gjár frá, at hann verður verandi í IK Sävehof í minst eitt kappingarár afturat
IK Sävehof fær gleði av Eliasi á Skipagøti í minst eitt kappingarár afturat
 
26.12.2021 - 11:49

Viðhaldsfólkini hjá svenska meistaraliðnum í hondbólti, IK Sävehof, fingu eina góða jólagávu í gjár, tá føroyski hondbóltsúrmælingurin, Elias á Skipagøtu, kunngjørdi, at hann verður verandi í felagnum minst eitt kappingarár afturat.

19 ára gamli hoyvíkingurin dylir annars ikki fyri, at hann ætlar at finna sær eitt størri felag. Tað sigur hann millum annað við Árið ið fer í ítrótti, sum verður send nýggjársdag.

Elias á Skipagøtu skifti frá H71 til stórliðið í Partille uttanfyri Göteborg fyri hálvum øðrum ári síðani, har hann longu hevur vunnið svenska meistaraheitið og nú telist millum teir eyðsýndastu spælararnar á liðnum. 

IK Sävehof er í løtuni á fyrsta plássi í bestu svensku deildini, og í Evropa League er felagið á 2. plássi aftanfyri týska oddaliðið, Magdeburg.

Í dag spælir Sävehof á heimavølli ímóti Eskilstuna GUIF, men Elias á Skipagøtu verður ikki við.

Hann hevur brotið kjálkabeinið, og verður uttanfyri í nakrar vikur. Føroyska hondbóltslandsliðið spælir HM-undankapping á heimavølli um miðjan januar, men Elias á Skipagøtu væntar, at hann verður klárur at spæla tá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493