Óvissa um fiskidagar krevur rætting

Óvissa um fiskidagar krevur rætting
Neyðugt er at endurskoða tølini og lýsa tey av nýggjum, sigur Vørn
Flotin er býttur í bólkar.
 
31.12.2021 - 16:40

Talið á fiskidøgum fyri 2022 vóru kunngjørd fyrr í mánaðinum, men nú boðar Vørn frá, at fiskiloyvini hjá bólki 3 og 4, sum eru línuskipini og útróðrarbátarnir, ikki eru endalig og fara at vera broytt.

Vørn skrivar, at tað er munur á útrokningargrundarlagnum í kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2022 og talið hjá Vørn. Tí er neyðugt at endurskoða tølini og lýsa tey av nýggjum.

Øll, sum hava rætt til fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2022 og hava sent umsókn um at fáa hesar útskrivaðar, fara at fáa loyvi so skjótt sum tilber.

Vørn skrivar, at loyvið skal metast sum fyribils og verður helst rættað seinni.

Fimm prosent
Skip og bátar, sum fiska við línu, snellu og troli á landleiðini, fáa annars fimm prosent færri dagar næsta ár enn í ár. 

Lemma- og partrolarar fáa fimm prosent fleiri dagar. 

Trolarar, línuskip, stórir útróðrarbátar og trolbátar fáa eyka fiskidagar fyri at avreiða livur og annan innvøl úr fiski til virki í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928