Nýggjur aðalskrivari í Amnesty

Nýggjur aðalskrivari í Amnesty
Turið Maria Jóhansdóttir tekur við starvinum 1.februar
Turið Maria Jóhansdóttir er nýggjur aðalskrivari í Amnesty í Føroyum.
 
18.01.2022 - 08:42

Turið Maria Jóhansdóttir er nýggjur aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyum.

Turið Maria er 35 ára gomul og er útbúgvin í samfelagsvísindum.

12 umsóknir komu til starvið sum aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyum. 

Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá Amnesty til at seta Turið Mariu i starv.

Turið Maria Jóhansdóttir tekur við starvinum 1.februar.

Katrin á Neystabø var aðalskrivari í Amnesty, men hon fór í starv hjá ÍSF 1.september í fjør.

Hoyr samrøðu við Turið Mariu Jóhansdóttir her:

 

1503124

 

Sambært formanninum í nevndini hjá Amnesty International Føroyum, Regini Berg, var setanargongdin  seinkað, tí tá fólk, ið nýliga hava verið virkin í Amnesty, søkja  starv í felagsskapinum,  skal tað góðkennast av altjóða leiðsluni. Hetta verður gjørt fyri at tryggja sær, at alt er farið rætt fram, og at viðkomandi veruliga hevur best skikkaðu umsóknina.

Jólafrítíðin gjørdi, at gongdin varð longur enn vant.

Regin Berg leggur aftrat, at fyri at tryggja, at alt fór rætt fram í setanargongdini, var ein uttanhýsis ráðgevi settur at standa fyri setanartilgongdini, og aðalskrivarin í Amnesty Danmark var við í setanarbólkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672