Semingsuppskot kemur á middegi

Semingsuppskot kemur á middegi
Partarnir fáa freist til í kvøld at taka støðu til uppskotið
Semingsmenninir ætla at leggja semingsuppskot fyri Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.01.2022 - 08:51

Semingsstovnurin ger í dag eina roynd at seta punktum fyri sáttmálatrætuna millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelagið. 

Miðað verður nevniliga eftir at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar á middegi, upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður. 

Síðani fáa partarnir freist til einaferð í kvøld at taka støðu til semingsuppskotið.

Partarnir sendu boð eftir Semingsstovninum 17.januar fyri at fáa eina loysn á sáttmálatrætuni.

Sáttmálin hjá ljósmøðrunum fór úr gildi 1.oktober 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659