Vága kommuna fer at útstykkja uppaftur meira

Vága kommuna fer at útstykkja uppaftur meira
Grundstykkir til 22 sethús og 17 íbúðareindir verða nú útstykkjað í Vága kommunu
Áhugin fyri at búseta seg í Vága kommunu er stórur, og tí fer kommuna at útstykkja enn meira
Mynd: Savnsmynd  
 
27.01.2022 - 07:33

Áhugin fyri at seta búgv í Vága kommunu er so stórur, at kommunan nú fer at útstykkja enn meira. 

Vága kommuna hevur á býráðsfundi samtykt at fara undir útstykkingar í bæði Sandavági og Miðvági.

Eftir ætlan verður arbeiðið, at gera økini byggibúgvin, boðið út um fáar vikur. 

Arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión millum arbeiðstakarar í kommununi.

Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at økir verða boðin út til øðrvísi bygging.

 

22 grundstykkir og 17 íbúðareindir

Arbeitt verður somuleiðis við at gera útbjóðingartilfar klárt til útstykking í Vatnsoyrum.

Býráðið hevur samtykt at fara undir at útstykkja níggju grundstykkir til sethús og 12 íbúðareindir í Sandavági.

Í Miðvági er í fyrstu syfti ætlanin at gera 13 grundstykkir til sethús og til fimm íbúðareindir.

Hesi koma afturat teimum átta grundstykkjunum, sum longu eru gjørd byggiklár.

Tey grundstykkini verða boðin út í næstum til tey, sum standa á bíðilistanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327