Elsti føroyingur deyður

Elsti føroyingur deyður
Kala Jensen úr Sumba var 106 ára gomul
Kala Jensen var 106 ára gomul, nú hon doyði. Hon var fødd 3. september í 1915.
 
01.02.2022 - 13:14

Elsti føroyingur, Nikala Laurina Franciska Jensen, vanliga nevnd Kala, úr Sumba, er deyð, 106 ára gomul. 

Kala var fødd 3. september 1915. Hon var ættað av Glyvrum, men flutti til Sumbiar sum barn, og búði meginpartin av lívinum í Sumba. Síðstu árini búði hon á ellisheiminum á Tvøroyri.

Kala er elsta kvinna og næstelsta fólk, sum hevur livað í Føroyum. Metið tók hon í fjør.

Tá var elsta konufólk, sum hevur livað í Føroyum, Drikka á Fløtti, frá Gjógv. Drikka gjørdist 105 ár gomul.

Hjá monnum er tað Theodor Thomassen úr Sørvági, sum er elsti maður, og eisini elsta fólk, sum hevur livað í Føroyum.

Theodor var føddur 28. oktober 1908, og hann andaðist 9. mars 2016, 107 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672